Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin
Lítið lot um norðan, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað, sólglottar og yvirhøvur turt.
Í kvøld av ymsum ættum, og í nátt av útsynningi við skiftandi skýlofti.
Sum frá líður fyrrapartin í morgin lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 10 til 14 stig, í nátt niður í 7 stig.