Veðrið

Forsøgn galdandi til týsdagin á middegi

 

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað, okkurt ælið, í støðum mjørki og aðrastaðir sólglottar. Sum frá líður yvirhøvur turt og skiftandi skýloft. Hitin millum 12 og 18 stig.

Í kvøld framvegis landsynningur, men hann veksur til frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Tað verður skýggjað og moti morgni ælaveður. Hitin 11 til 12 stig.
Fyrrapartin í morgin minkar vindurin aftur til frískt lot til frískan vind framvegis av landsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og ælveður, í støðum regn. Hitin 12 til 17 stig.