Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður við regni ella kava. Í kvøld gongur ættin niður í eystan og vindurin minkar til eitt lítið lot, minni enn 5 m/s.

Í nátt og fyrrapartin í morgin lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.