Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin

Eitt lágtrýst, 963 hPa, stendur í stað eystan fyri Suðurgrønland og dýpist. Lýggj os slavin luft rekur ímóti Føroyum sunnaneftir.

Eitt brúgvalag haðani er yvir Føroyum í kvøld, og eftir tað fer køld og óstøðugt luft at reka ímóti Føroyum av útsynningi við ælaveðri.

Frískur vindur upp í ein strúk sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og okkurt ælið í støðum.

Seinnapartin veksur vindurin upp í frískan vind til hvassan vind, 10 til 15 m/s, samdrigið og sum frá líður regn ella ælaveður. Seint í kvøld samregn.

Um midnáttarleitið støkkur hann vesturum til útsynning og minkar vindin niður í frískan vind upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, samdrigið og ælaveður við regni ella vátakava.

Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s, samdrigið og ælaveður við regni ella vátakava. Hitin 2 til 8 stig.