Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

 

Lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, sum frá líður vaksandi upp í lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, út á kvøldið vaksandi til frískt lot upp í frískan vind, 5 til 10 m/s. Skýggjað ella hálvskyggjað og yvirhøvur turt, tó í støðum okkurt ælið.

Í nátt og fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s. Skýggjað og ælaveður, sunnanfyri regn í støðum. Hitin alt samdøgrið 7 til 12 stig.