Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

 

Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Seinnapartin minkar vindurin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, og í kvøld fer ættin upp í norðan. Í nátt lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, smá- ella hálvskýggjað og okkurt ælið. Fyrrapartin í morgin útnyrðingur og bert okkurt ælið. Hitin 6 til 10 stig.