Veðrið
Hvassur vindur ella skrið av landsynningi, 15 til 20 m/s, samdrigið og regn. Út ímóti middegi minkar hann vindin niður í frískt lot til frískan vind av útsynningi ella sunnan, 5 til 10 m/s, fyrst sunnanfyri í landinum, skiftandi skýloft við onkrum ælum.
Seint í kvøld og í nátt lítið lot sunnan, hækkandi upp í eystan, minni enn 5 m/s, framvegis skiftandi skýloft og okkurt einstakt ælið.
Fyrrapartin í morgin, lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skýggjað við regni ella ælaveðri. Hitin 3 til 8 stig.

