Veðrið
Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum frá líður minkar niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Gjøgnum dagin fer hann spakuliga at lækka. Smáskýggjað og yvirhøvur turt.
Í kvøld veksur hann vindin upp í frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s. Tað dregur á luftina og sum frá líður fer at regna. Hitin millum frostmarkið og 4 stig.
Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, sum frá líður gongur í útsynning. Samdrigið og regn, sum frá líður ælaveður. Tað verður heitari, millum 5 og 10 stig.
Leygardagur
Frískur vindur upp í ein strúk sunnan, sum frá líður av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og regn. Um kvøldið minkandi vindur og turt. Hitin millum 6 og 11 stig.
Sunnudagur
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og løtur við regni ella ælaveður. Hitin millum 9 og 11 stig.
Mánadagur
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, sum frá líður lækkar í sunnan. Samdrigið og løtur við regni ella ælaveður. Hitin millum 9 og 11 stig.
Týsdagur
Lot til frískt lot sunnan og av landsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 8 og 11 stig.