Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

 

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og okkurt ælið.

Seinnpartin samregn, og sum frá líður lækkar hann niður í sunnan. Í kvøld støkkur hann vesturum til útsynning og minkar vindin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s.

Fram ímóti midnátt slítur í. Í nátt lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt.

Út á fyrrapartin í morgin veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, ádrigið og okkurt ælið í støðum. Hitin í dag 7 til 10 stig; í nátt niður í 2 stig í støðum.