Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

 

Frískur vindur upp í ein strúk norðan, 8 til 13 m/s, sloftandi skýloft og ælaveður, í støðum eisini við vátakava.

Í kvøld minkar vindurin niður í frískt lot upp í frískan vind, 5 til 10 m/s.

Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og bert okkurt ælið. Hitin 2 til 7 stig.