Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin

 

Frískur vindur upp í strúk vestan, 5 til 10 m/s, sum lækkar niður í útsynning, skýggjað við regni og ælaveðrið.

Út á kvøldið minkar hann vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og ættin fer yvir í landsynning, skiftandi skýloft og eitt skifti turt.

Sum líður út á náttina veksur hann vindin upp í frískan vind ella hvassan vind av landsynningi 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Hitin 7 til 12 stig.