Veðrið
Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, seinnapartin vaksandi til strúk í vindi upp í skrið millum eystan og landsynning, 13 til 18 m/s.
Skýggjað ella samdrigið og okkurt ælið, tó sum frá líður yvirhøvur turt.
Fyrrapartin í morgin strúkur í vindi upp í skrið eystan, 13 til 18 m/s, ið minkar niður í frískan vind til hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og driv ella regn. Hitin alt samdøgrið 3 til 6 stig.

