Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, í støðum upp í 13 m/s.

Í kvøld minkar vindurin niður í lot til frískt lot norðan, sum líður á náttina eitt lítið lot av ymsum ættum. Skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum við vátakava ella kava, seinnapartin yvirhøvur turt.

Fyrrapartin í morgin veksandi vindur upp í frískt lot til frískan vind av landsynningi. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.