Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

Eitt lágtrýst, 962 hPa, við Vesturnoreg gongur norðureftir og grynnist. Luftrákið í dag fer at verða norðaneftir, seinni av útnyrðingi, kalt og stundum við ælaveðri, har sum vátakavi ella kavi kunnu vera uppií.

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið, í støðum eisini við vátakava ella kava. Sum líður á fyrrapartin fer ættin upp í norðan. Seinnapartin gongur hann niður í útnyrðing og veksur vindin upp í eitt frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Í nátt og fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin úr frostmarkinum upp í 6 stig.