Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

 

Lítið lot til frískt lot um norðan, minni enn 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt, bert stundum okkurt einstakt ælið í støðum.

Seint í kvøld og í nátt veksur vindurin spakuliga upp í frískan vind ella strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s og tað fer at kava.

Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, hálvskýggjað ella skýggjað og kavaæl. Hitin –1 til +4 stig.