Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

Eitt lágtrýst, 949 hPa, millum Føroyar og Hetland gongur eystureftir og grynnist. Ett brúgvalag haðani er yvir Føroyum í morgun við regni. Luft rekur í dag ímóti Føroyum av ymsum ættum við ælaveðri, eitt skifti í kvøld við vátakava.

Frískur vindur upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn.

Út á fyrrapartin minkar vindurin niður í eitt frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður.

Seinnapartin fer ættin upp í norðan, fyrst á teimum norðaru leiðunum, og vindurin minkar niður í eitt lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, meðan tað er samdrigið og ælaveður. Í kvøld veksandi upp í frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum frálíður samdrigið og regn ella kavaavfall.

Í nátt lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og fyri tað mesta turt. Tá ið nakað er liðið út á fyrrapartin í morgin lækkar hann niður í sunnan og minkar vindin niður í eitt lítið lot, 5 m/s, enn smáskýggjað og okkurt ælið. Hitin 2 til 7 stig.