Veðrið
Lítið lot av landsynningi, sum út á dagin gongur upp í eystan, minni enn 5 m/s. Skiftandi skýloft, sólglottar, men í støðum møguliga mjørki, og okkurt ælið.
Út á seinnapartin hækkar hann upp í landnyrðing, og í kvøld trilkar hann vindin og tað dregur á luftina.
Í nátt og fyrrapartin morgin frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s; norðan- og vestanfyri upp í skrið, 20 m/s. Samdrigið og regn. Hitin alt samdøgnið 7 til 10 stig.

