Veðrið
Frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, samdrigið og ælaveður, seinnapartin regn.
Seint seinnapartin og í kvøld støkkur hann niður í útsynning, frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, fyrst sunnanfyri.
Í kvøld sunnan men hann gongur líðandi eystur í landsynning, og minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið.
Í nátt lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og ælaveður.
Út á fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s. Hitin 5 til 9 stig.

