Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagi

Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin melur av ymsum ættum. Seint seinnapartin fer ættin í sunnan, og í kvøld í landsynning. Í nátt veksur vindurin upp í frískan vind upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, tað dregur á luftina og sum frálíður regn. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Hitin 4 til 9 stig.

Leygardagur

Frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Út á seinnapartin minkar vindurin niður í frískan vind upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, enn samdrigið men ælaveður. Um náttina fer hann í útsynning, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 8 til 12 stig.

Sunnudagur

Frískt lot upp í frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Um kvøldið gongur hann upp í norðan og minkar vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 9 til 13 stig.

Mánadagur

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin og frameftir frískur vindur upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og sum frálíður regn. Hitin 6 til 12 stig.

Týsdagur

Frískt lot upp í frískan vind sunnan og av útsynningi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 10 til 13 stig.