Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

 

Frískur vindur upp í ein strúk vestan, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, hálvskýggjað og ælaveður. Seinnapartin minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt.

Í kvøld fer hann at lækka niður í sunnan, og sum frálíður er samdrigið og regn. Í nátt frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og ælaveður.

Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 5 til 9 stig.