Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

Lot av ymsum ættum, undir 6 m/s, sólglottar og yvirhøvur turt.

Seint seinnapartin veksur hann vindin til frískt lot upp í frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið ella regn í støðum. Hitin í dag millum 6 og 10 stig.

Mikudag fyrrapart frískur vindur upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum frá líður hvassur vindur í støðum, 15 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin um 9 stig.