Veðrið -

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Seinnapartin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, klárt ella smáskýggjað og turt.

Í kvøld veksandi vindur sunnan úr einum lítlum loti, minni enn 5 m/s, upp í eitt frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt.

Fyrrapartin í morgin veksandi av suðuri upp í frískan vind til hvassan vind, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn vestaneftir. Hitin 2 til 7 stig.