Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

Frískur vindur upp í ein strúk av útsynningi ella vestri, 8 til 13 m/s, skýggjað og í løtum regn ella ælaveður, men eisini onkur sólglotti í støðum.

Í kvøld minkar hann vindin niður í frískt lot til frískan vind vestan ella av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og turt ella okkurt ælið í støðum. Hitin í dag 7 til 11 stig, í nátt niður í 4 stig í støðum.

Týsdag fyrrapart lot av ymsum ættum, undir 6 m/s, sólglottar og turt. Hitin 5 til 9 stig.

Myndin er av nýggja Gadus.

Myndaeigari Birgir Waag Høgnesen