Veðrið
Sunnudagur:
At byrja við lítið lot ella lot av ymsum ættum, minni enn 6 m/s, seinni frískt lot upp í ein strúk vestan og av útsynningi, 5 til 13 m/s, skýggjað við regni ella ælaveðri. Hitin um morgunin 0 til 5 stig, út á seinnapartin og frameftir 5 til 10 stig.
Mánadagur:
Frískur vindur upp í ein strúk vestan og av útsynningi, 8 til 13 m/s, fyri tað mesta skýggjað og løtur við regni, um kvøldi og um náttina minkar vindurin eitt sindur. Hitin 5 til 10 stig.
Týsdagur:
At byrja við lítið lot ella lot av ymsum ættum, minni enn 6 m/s, skiftandi skýloft og turt. Um kvøldið og um náttina upp í frískan vind sunnan ella av útsynningi, upp í 10 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 6 til 10 stig.