Veðrið
Eitt lágtrýst, 974 hPa, beint við Føroyar gongur eystureftir og dýpist.
Eitt kalt luftrák við regni ella ælaveðri er í dag, í støðum kanska eisini við vátakava.
Frískt lot til frískan vind norðan, skiftandi skýloft og regn ella ælaveður.
Út á fyrrapartin gongur hann niður í útnyrðing.
Seinnapartin veksandi vindur norðan upp í hvassan vind til skrið, skiftandi skýloft og ælaveður, kanska við vátakava í støðum.
Í nátt minkandi niður í ein strúk upp í skrið. Hitin 3 til 6 stig.