Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

Lítið lot ella frískt lot vestan og sunnan, 2 til 8 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt.

Seinnapartin veksur vindurin upp í frískan vind ella ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn.

Í kvøld lækkar ættin niður í sunnan.

Út á náttina og fyrrapartin hósdagin lítið lot til frískt lot av ymsum ættum, upp í 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin 2 til 7 stig.