Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi hosdagin

Eitt lágtrýst, 965 hPa, norðan fyri Føroyar gongur eystureftir og grynnist eitt sindur. Tað er eitt slavið luftrák við regni og ælaveðri yvir Føroyar í dag av vestri og útnyrðingi.

Í nátt leggur ein veikur hátrýstryggur seg yvir Føroyar við minni vindi og klárari lofti. Fyrrapartin í morgin nærkast eitt annað lágtrýst vestaneftir. Tað hevur við sær eitt luftrák sunnaneftir og regn.

Frískur vindur upp í ein strúk vestan, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður.

Út á fyrrapartin veksur vindurin av útnyrðingi upp í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s, enn samdrigið og regn ella ælaveður. Út á seinnapartin minkar vindurin niður í ein strúk í vindi til skrið, 13 til 18 m/s, tað slítur í, tó okkurt ælið í støðum.

Í kvøld frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, seinni frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt.

Í nátt minkar vindur niður í eitt lítið lot vestan, minni enn 5 m/s. Fram ímóti morgni lækkar hann niður í sunnan, tað dregur á luftina og fer sum frá líður at regna, kanska er vátakavi uppií.

Hitin næsta samdøgrið 6 til 9 stig.