Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi mikudagin

Frískt lot til frískan vind, í støðum upp í ein strúk, av útsynningi, samdrigið og regn ella ælaveður. Út á fyrrapartin frískur vindur upp í ein strúk, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin veksandi upp í ein strúk til skrið við hørðum hvirlum, skiftandi skýloft og ælaveður. Í kvøld gongur hann upp í vestan. Í nátt frískur vindur til hvassan vind vestan, skýggjað og ælaveður, fram ímóti morgni regn, fyrst norðanfyri. Fyrrapartin í morgin hækkar hann upp í norðan og veksur upp í hvassan vind til skrið, samdrigið og regn. Hitin í dag 5 til 12 stig.