Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin 

Eitt lágtrýst, 966 hPa, sunnan fyri Ísland gongur í landnyrðing og dýpist. Tað fer fram við Føroyum seint í kvøld. Eitt brúgvalag haðani er yvir Føroyum seinnapartin við regni og kanska eisini við vátakava. Slavin luft rekur í dag ímóti Føroyum av ymsum ættum við ælaveðri.

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Sum líður á fyrrapartin frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin veksandi vindur upp í ein strúk til skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn ella vátakavi. Í kvøld fer hann niður í sunnan, seinni vestan, minkandi niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og sum frá líður bert okkurt ælið. Í nátt hækkar hann upp í útnyrðing, og veksur upp í frískan til hvassan vind, 10 til 15 m/s, meðan tað er samdrigið og yvirhøvur turt. Fyrrapartin í morgin gongur hann niður í vestan og minkar niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og kanska okkurt ælið. Hitin 3 til 7 stig.