Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi týsdagin

Lot til frískt lot vestan, samdrigið og yvirhøvur turt. Út á fyrrapartin smáskýggjað ella skiftandi skýloft, og hann lækkar niður í útsynning.

Seinnapartin aftur samdrigið. Í kvøld og í nátt frískur vindur upp í ein strúk sunnan, eitt skifti hvassur vindur, samdrigið og regn ella ælaveður.

Fram ímóti morgni frískur vindur upp í ein strúk av útsynningi, samdrigið og ælaveður. Hitin 8 til 11 stig.