Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

 

Frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, samdrigið, regn og hitin 6 til 10 stig.

Seinnapartin lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, sum frá líður slítur í og sólin kagar fram í støðum. Tó framvegis eisini skýggjað og kanska mjørki, serliga eystanfyri. Sum heild verður lýggjari, millum 8 og 13 stig.

Hósdag fyrrapart lot til frískt lot av suðuri og landsynningi, 3 til 8 m/s, framvegis mjørki í støðum, serlgia eystanfyri, men eisini sól av og á. Hitin 8 til 14 stig.