Veðrið

Hvassur stormur 28 m/s, kann væntast. Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

 

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður ella lætt regn. Móti middegi eystan upp í frískan vind, 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Seinnapartin veksur vindurin upp strúk ella skrið eystan, 13 til 18 m/s, upp í storm 23 m/s sunnanfyri. Samdrigið og okkurt ælið.

Tíðliga í kvøld og alt kvøldið skrið ella stormur eystan, 18 til 23 m/s, stundum stormur 25 m/s, fyrst sunnanfyri. Samdrigið og regn, stundum nógv regn og grovt regn. Mesti vindurin er um midnáttarleitið, tá stormur eystan, 20 til 25 m/s, í støðum hvassur stormur 28 m/s, kann væntast.

Sum frá líður í nátt snarar vindurin upp í landnyrðing, og minkar niður strúk ella skrið, 13 til 18 m/s. Fyrrapartin í morgin minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, og fer síðani at mala av ymsum ættum, so hvørt lágtrýstið fer framvið. Framhaldandi samdrigið og regn. Allar broytingar henda fyrst sunnanfyri. Hitin 6 til 9 stig.