Veðrið
Frískur vindur upp í hvassan vind millum landnyrðing og norðan, 10 til 15 m/s. Skýggjað, tó løtur við skiftandi skýloft og okkurt ælið. Út á dagin minkar hann vindin og hækkar upp í norðan.
Í kvøld frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, møguliga við kava ella vátakava. Hitin í dag 4 til 8 stig, men í kvøld kaldari, í støðum niður móti frostmarkinum.
Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s. Hálvskýggjað og okkurt ælið. Hitin 2 til 7 stig

