Veðrið

Morgunveðrið – t.e. forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

 

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið í støðum.

Fram ímóti middegi veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt.

Seinnapartin hálvskýggjað og sól ella sólglottar.

Í kvøld gongur hann upp í eystan og tað dregur á luftina. Hitin 11 til 15 stig.