Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

Frískt lot til frískan vind áleið vestan hækkandi í útnyrðing, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s. Skýggjað og okkurt ælið, tó sum frá líður longri ímillum ælini.

Í kvøld lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, í nátt og mikudag fyrrapart lot av ymsum ættum, undir 6 m/s.

Turt fyri tað mesta, tó mikumorgunin eitt skifti regn í støðum.

Hitin alt samdøgrið 7 til 11 stig, í nátt niður í 4 stig í støðum.

Myndin er av Jaspis TN 1430.

Um Jaspis: 

Skrásett fyrstu ferð:  09. september 1986

  • Byggiár:1986
  • Skipasmiðja: J. Dahl Gørðum, Vágur

MEIR UM JASPIS HER JASPIS (skipalistin.fo)

Myndaeigari: Birgir Waag Høgnesen