Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

Frískur vindur upp í ein strúk eystan, skiftandi skýloft og okkurt æl.

Seinnapartin og í kvøld frískur vindur upp í hvassan vind eystan, í støðum upp í skrið, tað dregur á luftina, og sum frá líður fer at regna, fyrst sunnanfyri, í kvøld yvir alt landið.

Eina løtu seint í kvøld og í nátt íslit sunnanfyri.

Í nátt og fyrrapartin hósdagin minkar vindurin, tað verður skýggjað við regni og ælaveðri. Hitin alt samdøgrið 4 til 9 stig.