Veðrið
Eitt lágtrýst, 987 hPa, millum Føroyar og Hetland gongur í landnyrðing og grynnist.
Brúgvaløg hiðani við regni liggja yvir Føroyum í morgun og fyrrapartin.
Eitt annað lágtrýst, 982 hPa, vestan fyri Hebridurnar gongur í landnyrðing ímóti Føroyum. Luftrákið kring Føroyar er í dag av ymsum ættum.
Frískt lot upp í frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, í støðum upp í ein strúk, 13 m/s, samdrigið og regn. Sum líður á fyrrapartin minkandi vindur sunnanfyri.
Út á seinnapartin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Í kvøld frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið.
Í nátt gongur hann upp í landsynning, og fyrrapartin í morgin fer hann at mala úr ymsum ættum. Hitin næsta samdøgrið 8 til 12 stig.