Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

 

Strúkur í vindi upp í skrið vestan, 13 til 18 m/s, hálvskýggjað og ælaveður við regni ella kava.

Út á fyrrapartin minkandi niður í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, og longri millum ælini.

Seinnapartin frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið.

Í kvøld yvirhøvur turt. Í nátt lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og turt, men fram ímóti morgni veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn.

Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin 4 til 9 stig.