Veðrið
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, sum frá líður landsynningur. Sól ella sólglottar og turt fyri tað mesta, men eisini okkurt ælið í støðum.
Í kvøld frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, sum frá líður strúkur í vindi, 13 m/s. Seint í kvøld dregur á luftina og í nátt fer at regna sunnaneftir.
Hósdag fyrrapart frískur vindur upp í hvassan vind eystan ella av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, samdrigið og samregn. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 12 stig.
Arkivmynd