Veðrið

Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi

 

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, serliga norðanfyri.

Í kvøld minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Fyrst samdrigið og regn, men sum frá líður smáskýggjað og bert okkurt æl.

Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Hálv- ella smáskýggjað og ælaveður. Hitin 7 til 12 stig.