Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi mikudagin

Eitt lágtrýst, 977 hPa, beint sunnan fyri Ísland stendur í stað og grynnist. Brúgvaløg hiðani liggja yvir Føroyum fyrrapartin.

Tað er eitt lýtt og slavið luftrák móti Føroyum í dag sunnaneftir og av útsynningi.

Frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Sum líður á fyrrapartin minkar vindur niður í eitt lot til frískt lot vind, 3 til 8 m/s.

Seinnapartin eitt lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Í kvøld gongur hann upp í útsynning, og tað verður okkurt ælið.

Í nátt og fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 12 til 15 stig.