Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

 

Frískur vindur upp hvassan vind sunnan ella av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn, hitin 4 til 8 stig. Ímóti middegi minkar hann vindin til frískt lot upp í frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, onkur sólglotti í støðum og ælaveður. Hitin 8 til 12 stig.

Seint í kvøld verður aftur samdrigið, í nátt verður regn eitt skifti, og hann veksur vindin til frískan vind upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s. Seint í nátt og týsdag fyrrapart verður samdrigið og regn. Hitin framvegis 8 til 12 stig.