Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s, í kvøld upp í hvassan vind, 15 m/s.

Fyrst samdrigið og samregn, seinni slítur í eitt skifti, men sum frá líður skiftandi skýloft og ælaveður.

Í nátt og týsdag fyrrapart frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s. Sum frá líður dregur saman og frá týsnáttini av verður regn sunnaneftir.

Tað verða millum 10 og 13 stig alt samdøgrið.