Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

Frískur vindur upp í ein strúk eystan, 8 til 13 m/s, sum frá líður veksur upp í frískan vind upp í hvassan vind eystan, 10 til 15 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum møguleiki fyri sólglottum.

Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind eystan, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn sunnanífrá. Hitin millum 4 og 8 stig.