Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

Lot til frískt lot av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, skýggjað og támut við regni av og á, tó stundum klárari og sólin kagar fram í støðum. Hitin í dag verður millum 5 og 10 stig, í nátt niður í 3 stig. Fyrrapartin í morgin, frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, skýggjað og eitt skifti regn. Hitin verður millum 4 og 7 stig.