Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í ein strúk í vindi, 13 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður.

Í nátt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og ælaveður.

Sum líður móti morgni frískur vindur upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 5 til 9 stig.