Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

Strúkur í vindi upp í skrið sunnan og av landsynningi, 13 til 18 m/s, í støðum upp í 20 m/s. Samdrigið og regn.

Seinnapartin gongur hann upp í útsynning og minkar niður í frískan vind upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum við vátakava. Í nátt minkar vindurin.

Fyrrapartin í morgin eitt lítið lot av ymsum ættum. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin millum 3 og 8 stig, í nátt niður um frostmarkið.