Veðrið

til og við hósdagin

Sunnudagin

Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Um kvøldið gongur hann upp í norðan, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 10 til 14 stig.

Mánadagin

Lítið lot av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Um kvøldið mekur hann av ymsum ættum, og um náttina gongur hann niður í landsynning. Hitin 8 til 13 stig.

Týsdagin

Lítið lot av landsynningi, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Um kvøldið skýggjað, kanska mjørki og okkurt ælið. Um náttina gongur hann vesturum til útsynning. Hitin 10 til 14 stig.

Mikudagin

Lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, samdrigið og kanska okkurt ælið. Um náttina gongur hann upp í vestan. Hitin 10 til 14 stig.

Hósdagin

Lítið lot vestan og av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, smá- ella hálvskýggjað og turt. Hitin 10 til 15 stig.