Veðrið

Forsøgn galdandi til týsdagin á middegi

 

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, sum líður á kvøldið veksur vindurin upp í lot til frískt lot eystan og av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Skýggjað og okkurt ælið, í støðum kanska sól, men eisini tám og mjørki í støðum.

Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s. Skýggjað og okkurt ælið, í støðum sólglottar, men eisini tám og mjørki í støðum. Hitin millum 8 og 12 stig.