Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin

Eitt hátrýst, 1015 hPa, norðan fyri Íslandi mennist og gongur eystureftir. Luftrákið um okkara leiðir tað næsta samdøgrið fer at vera av landnyrðingi við kaldari luft. Í kvøld nærkast eitt brúgvalag sunnaneftir, sum fer framvið eystureftir.

Lítið lot av landnyrðingi ella ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið, kanska við vátakava, serliga norðanfyri. Seinnapartin lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. I kvøld veksur vindurin upp í eitt frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Í sunnaru oyggjunum eittskifti samdrigið og ælaveður; norðanfyri skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin úr 2 kuldastigum upp í 4 hitastig.